Leskiligt jólagóðgæti

Lagt til rættis: Henrietta Hammer


Korennuguff

(uml. 25 stk.)
100gr. av korennum (smáar rosinir)
1 dl. av rom ella Baileys
150 g. av sjokolátu (Odense)
2 spsk. av róma
Flourmelis ella annað prýði

Legg korennurnar í blot náttina yvir í onkrum góðum (t.d. rom ella Baileys).
Smelta sjokolátun yvir vatnbað.
Blanda róman í sjokolátuna og rør væl.
Blanda korendurnar væl saman við sjokolátuni.
Brúka tvær skeiðir og forma smáar toppar í smáar formar.
Eftir er bert at prýða sum tær lystir. Drússa til dømis florsukur yvir korendurnar.



Marsipankúlur
v/ cognac ella Baileys

(uml. 40 stk.)

Elt marsipanið saman við cognac, baileys ella annað likør.
Sker marsipanið í hóskandi petti og rulla smáar kúlur.
Rulla síðani kúlurnar í flourmelis ella kakao, sum tú hevur í eini skál.
Pynta við einum og hvørjum, sum tær dámar.

Brendar mandlur
Skjótt og ómakaleyst


Tilfar

200gr. av mandlum
200gr. av flourmelis
1dl. av vatni

Soleiðis gjørt tú:

Koyr mandlurnar á eina steikipannu og drússa flourmelis yvir mandlurnar. Síðani er bert eftir at stoyta vatnið í.

Hita pannuna og rør við jøvnum millumbili.

Tá vatnið er dampað burtur, verður flourmelisið turt og síðani hart. Soleiðis skal tað vera, so ver ikki bangin.

Turri massin smeltar spakuliga aftur og leggur seg um mandlurnar. Set nú hitan eitt vet upp og rør allatíð. Mandlurnar mugu ikki brennast, men skulu vera gyltar og blankar, .

Tá mandlurnar eru blankar og gyltar og floursukrið er smeltað um tær, er bert eftir at stroya tær á eina smurda bradupannu ella á bakipappír og skilja tær frá hvør øðrum við tveimum gaflumi. Her skalt tú vera skjót í vendingini, so mandlurnar ikki hefta saman.

Goym tær í einum tættum ílati, tá tær eru kølnaðar og set tær á kølið stað.

Verð sera varin. Mandlurnar gerast ógvuliga heitar og lætt er at brenna seg.