Tónleikabólkurin, Leska, hevur júst latið eitt nýtt lag úr hondum.
Tað eru tríggir føroyingar, sum hittust á Amager í Keypmannahavn, ið manna bólkin. Tað serstaka er, at manningin hevur lagt vonu ljóðførini til viks, fyri heldur at royna seg á øðrum ljóðførum.
Sostatt spælir trummusláaran Aksel Hjalmarsson Tórgarð bass, gittarleikarin Jákup Bernhard Brim Joensen trummur, og síðani roynir barrvørurin, Dia Reynstind Fjallstein, seg á gittara.
Nýggja lagið hjá teimum ber heiti, Banana Pop, og kann hoyrast við at trýsta á myndina omanfyri.