Í Svøríki hevur ein bólkur av lesiglaðum fólkum sett á stovn ein lesiring, Bokcirklar, sum heldur til á alnetinum, og sum øll við atgongd til alnetið ókeypis kunnu vera við í. Har ber til at stovna sín egna lesiring, fáa lesivinir, gera sín egna lesikrók, skriva lesidagbók og vera við til at skriva eina skaldsøgu saman við øðrum lesivinum.
Ein av stigtakarunum er Nina Frid, sum dagliga starvast sum bókavørður á einum fólkabókasavni í Nacka í Stokkhólmi. Hon sigur, at Bokcirklar virkar stórt sæð eins og ein vanligur lesiringur, men ein lesiringur á alnetinum gevur eisini møguleikar, sum ikki eru í einum vanligum lesiringi.
- Lesarar kunnu her finna aðrar lesarar við sama lesiáhuga sum ein sjálvur, og ein kann eisini øvugt fáa íblástur frá lesarum, sum lesa heilt aðrar bøkur enn ein sjálvur, sigur Nina Frid.
Á heimasíðuni HYPERLINK "http://www.bokcirklar.se" www.bokcirklar.se síggjast teir lesiringar, sum higartil eru settir á stovn. Har fæst at vita, at mánadagin 29. oktober kl. 20-21.30 fara tey í einum lesiringi at kjatta um bókina ABC eftir donsku Idu Jessen, og fríggjadagin 11. november kl. 21-22.30 verður kjattað um bókina Blonde eftir Joyce Carol Oates, sum snýr seg um Marilyn Monroe.
Spurd um Bokcirklar bara er fyri svenskar lesarar, svarar Nina Frid, at í grundini kunnu øll, sum duga at lesa bøkur á einum norðurlendskum máli vera við, og hon leggur afturat, at tað hevði verið einastandandi, um onkur stovnaði ein norðurlendskan lesiring á Bokcirklar.
Tá ið vit vitjaðu básin hjá Bokcirklar á bókamessuni Bok & bibliotek í Göteborg, høvdu næstan 500 lesarar teknað seg sum limir.