Eftir at hava roynt miðvíst at veitt dønum, sum hava lesitrupulleikar, undirvísing, bendir alt á, at hetta hevur verið til fánýtis. Bert fimm prosent av málbólkinum taka av tilboðnum um ókeypis kvøldundirvísing. Tí skjýtir Margrete Vestager, ið er danski kenslumálaráðharrin, upp, at skeiðini verða broytt, soleiðis at tey vera í dagtímunum, skrivar Jyllands-Posturin.