Lesir til blindaleiðbeinara

Við í ferðalagnum frá Blindainstituttinum í Keypmannahavn, er eisini ein føroyingur. Hon eitur Maria Svabo Hansen og er útbúgvin ergoterapeut

Tað finnast føroyingar á nógvum útbúgvingarstovnum í Danmark. Eisini á Blindainstituttinum.

Í løtuni er Maria Svabo Hansen, úr Havn, við at útbúgva seg til leiðbeinara fyri blind og sjónveik.

Hon er annars útbúgvin ergoterapeut, men valdi at útbúgva seg víðari.

Ergoterapeutar arbeiða við meira yvirornaðum málum, meðan blindaleiðbeinarar koyra »ein til ein« undirvísing.

Her verður størstur dentur lagdur á at læra sjónveik ávísar teknikkir, so tey betri gerast før fyri at klára seg í dagligdegnum.

Eitt nú, skulu tey læra at skera breyð, skeinkja sær kaffi og líknandi.

Maria verður liðug í summar og vónar tá at fáa arbeiðið á Blindastovninum

Maria er annar føroyski næmingurin, sum hevur verið á Bilindainstituttinum. Hin er Karin Kass, leiðari á Føroya Blindastovni.