Føroya Læraraskúli lýsir nú eftir serfrøðingi, sum skal vera við til at menna føroysku lesiserfrøðina og hava ábyrgdina av, at granska og at skipa fyri, at granskingarúrslit aðra staðni verða kend í føroyska skúlanum Føroya Læraraskúli ætlar at styrkja um føroysku serfrøðina í tí at læra at lesa. Lýst verður nú eftir lesiráðgeva, sum skal setast í fulltíðarstarv.
Sambært lýsingini eru førleikakrøvini hægri útbúgving innan hetta økið, kjølfesti í fólkaskúlanum við royndum innan hetta økið og førleiki at undirvísa lesandi og lærarum í lesinámsfrøði. Harafturat skal tann, sum verður settur, vera skikkaður at granska á økinum, fylgja við í útlendskari gransking og byggja brýr millum hesa granskingina og praktiska arbeiðið sum lærari í Føroyum.
Jóannes Hansen, rektari á Læraraskúlanum, sigur, at starvið er eitt av skúla átøkunum, sum Løgtingið hevur samtykt eftir uppskoti frá Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum. Tá ið Løgtingið fríggjadagin í síðstu viku samtykti eykafíggjarlógina fyri mars, vóru 250 túsund krónur játtaðar til hesa uppgávuna. Eykafíggjarlógin varð lýst í gjár, og í gjárkvøldið varð lýst eftir lesiráðgeva.
Starvið verður sett frá 1. august, og umsóknarfreistin er mikudagin 27. juni.









