Lesigleiði smittar á børnini

Ein nýggj kanning, gjørd á Danmarks Pædagogiske Universitetsskole, vísir, ikki óvæntað, at børn, sum verða eggja av vaksnum til at lesa, eisini fáa hug at lesa.

Herfyri var fokus sett á lesing, vegna lesikanning, sum Solveig Debess hevði gjørt, nú er nýggj kanning gjørd í Danmark um, hvat kann geva børnum hug at lesa.

Kanningin ´Hvad skaber en Lystlæser´ er ein spurnarblaðskanning av 399 børnum umframt samrøður við seks ára gomul børn.

Kanningin prógvar, at samband er millum hugin hjá børnum at lesa og stuðli og íblástri, tey fáa frá lærarum, bókavørðum og foreldrum.

Samstundis vísir kanningin, at lesihugur í stóran mun er nakað, sum mennist í barninum sjálvum, tí tað rætt og slætt bara hevur hug at lesa og velur tað fram um okkurt annað.

Center for Børnelitteratur hevur í samstarvi við bókasøvnini í Gentofte gjørt ein frágreiðing um kanningina. Í frágreiðingini verður dentur lagdur á, hvat børn sjálvi halda hevur gjørt, at teimum dámar væl at lesa nógv, umframt at tað eisini verður komið inn á, hvørji úrslit kunnu spyrjast burtur úr kanningini.

Avleiðingar av kanningini.

Frágreiðingin mælir m.a. til:

- eina meira miðvísa, spesialiseraða formidling: bæði mótvegis heimum, har tað ikki er siðvenja at brúka bókasavnið og mótvegis teimum lesandi børnunum.

- at geva børnum/vinfólki og foreldrum/familju størri ans sum bókmentaformidlarar

- at økja fokus á týdningin av vaksnum professionellum lesarum sum fyrimyndum.

Frágreiðingin e