Lesibólkur kjakast um "Burtur"

Øll eru vælkomin at taka lut, tá lesibólkurin á Klaksvíkar Bókasavni 25. september fer at kjakast um skaldsøguna "Burtur" eftir Bergtóru Hanusardóttir



Eins og í fjør fer Klaksvíkar Bókasavn at hava ein lesibólk í vetur, har áhugað hittast at tosa um eina skaldsøgu. Á hesum sinni hittist bólkurin fyrstu ferð 25. september kl. 19.30 og síðani annan hvønn mánað fram til apríl mánað. 


Tað fremmanda

Hetta fyrsta kvøldið fer bólkurin at kjakast um skaldsøguna "Burtur" eftir Bergtóru Hanusardóttir. Síðani avgera tey luttakandi í felag, hvørja bók tey fara at lesa til næstu ferð.

Burtur kom út beint fyri jól í fjør, og er hon einasta føroyska skaldsøgan, sum kom út í 2006.

Søgan fer fram í 1970’unum, og snýr seg um Róa og Sólju, sum fara til Danmarkar at lesa. Tilveran burturi verður tó ikki heilt, sum tey høvdu væntað. Tey skulu kunna seg við eitt nýtt land og royna at lofta sær í tí fremmanda. Tað svárasta er tó at halda fram sum par undir heilt øðrum umstøðum, enn tey er von við. 


Klaksvíkar Bókasavn eigur fleiri eintøk av "Burtur". Í sambandi við tiltakið verður lánitíðin tó 14 dagar fyri at so nógv, sum gjørligt, skulu hava møguleika at lesa bókina.