Lesið eina góða bók á jólum

Til tey natúrligu

Føroya Náttúra (myndin kemur mánamorgunin)

Yrkisbók
Føroya náttúra - Lívfrøðiligt margfeldni
Anna Maria Fosaa - Eilif Gaard - Jóannes Dalsgarð
Forlag Føroya Skúlabókagrunnur 350 krónur
270 blaðsíður
380 krónur

Bókin Føroya Náttúra gevur eina mynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, so vit kunnu lesa um støðuna hjá plantum og djórum í Føroyum.
Bókin er í fyrsta lagi ein lýsing av Føroya náttúru fyri einum breiðum lesaraskara, har 20 lívfrøðingar hava skrivað og lýst sín part av føroysku náttúruni.
Hugskotið til bókini kom eftir at Føroyar í 1992 skrivaðu undir ST-samtyktina Agenda 21, um varðveitslu og skráseting av lívfrøðiligum margfeldi.

--

Til tey samfelagsligu

Jana - eitt hjartabarn

Dokumentar
Jana - eitt hjartabarn
Tórun Ellingsgaard
Forlagið Elri
248 blaðsíður
349 krónur

Í seinnu helvt av sekstiárunum vóru 110 evnaveikir føroyingar á stovni í Danmark, harav eini 80 á Rødbygaard. Sorgarleikurin er, at nógv teirra, sum vórðu send á stovn í Danmark, ikki áttu at verið goymd burtur á slíkan hátt. Við einum sindri av stuðli, høvdu nógv teirra klárað seg væl í Føroyum. Men, her vóru umstøðurnar ymiskar og fordómarnir stórir. Jana var so heppin at hava foreldur, sum vildu geva henni ein góðan uppvøkstur her heima, og tað er millum annað hetta stríð vit lesa um í bókini.

--

Til tey sunnu

Lætt & Leskiligt 2’arin (myndin kemur mánamorgunin)


Matgerð
Lætt & Leskiligt 2’arin
Jóhanna á Tjaldrafløtti - Elisabeth Akursmørk Forlagið Elri
Egið forlag
164 blaðsíður
290 krónur

Hetta er framhaldsbók av Lætt & Leskiligt, ið kom út í oktober 2003. Aftur
hesaferð er talan um eina leskiliga kókibók við heilsugóðum og vælsmakkandi mati.
2’arin avspeglar matrákið í nútíðarsamfelagnum við nýggjum og spennandi
uppskriftunum og við meira fjøltáttaðum rávøruúrvali. Bókin hevur eins og
tann fyrra, einfaldar uppskriftir uppá lættan og leskiligan. Talan er um soltnan og heilsugóðan mat, ið er ætlaður øllum, eisini teimum, ið hava diabetes og hjarta- og aðrasjúkur.
Bókin er vælegnað til teirra sum vilja broyta matvanar og betra um heilsuna.

--

Til tey listaligu

Mikines

List
Mikines
Aðalsteinn Ingólfsson
Nesútgáfan í Íslandi
315 blaðsíður
695 krónur

Bókin um lívið og listina hjá S.J. Mikines er mest umfatandi verkið um listamannin higartil. bókin kastar nýtt ljós á lívið hjá Mikines og hevur hon eisini eina sera umfatandi savn av myndum. Nógv av verkunum, ið verða víst í bókini eru ikki áður almannakunngjørd. Harumframt er eitt yvirlit yvir allar sýningar, ið Mikines luttók á. Bókin kemur út á føroyskum, donskum og enskum. Aðalsteinn Ingólfsson hevur skrivað størsta partin av verkinum, tó hava eisini Bárður Jákupsson og Bent Irve staðið fyri nøkrum tekstum.

--

Til tey Klaksvíksligu

Ziskatrøðbrekkan

Fólkaminni
Ziskatrøðbrekkan
Christoffer Jensen
Egið forlag
282 blaðsíður
240 krónur

Barnaminni úr Klaksvík í fimmtiárunum. Tað er klaksvíkingurin Christoffer Jensen sum fortelur frá hesi turbulentu broytingartíðini við politiskari frustrasjón, sosialari ónøgd, arbeiðsloysi og læknastríði, soleiðis sum hann sjálvur upplivdi hetta tíggjuára skeiðið. Bókin ber heitið "Ziskatrøðbrekkan", við tað at snúningsásin í frásøgnini er "brekkan", har høvundurin vaks upp í Klaksvík. Forsíðumyndin er av børnum í fimmtiárunum á Biskupsstøð.

--

Til tey forvitnu

Ali babba - og 49 aðrar blaðgreinir

Greinasavn
Ali babba
Høgni Mohr:
Egið forlag
298 blaðsíður
350 krónur

Greinasavnið hjá viðurkenda tekstsmiðinum Høgna Mohr er á tremur við ærligum menniskjum. Har eru 65 kend fólk, sum øll í samrøðu við Høgna Mohr hava nektað seg, so onnur kanska kunnu læra. Opinskáraðu tekstirnir á teimum mongu myndprýddu síðunum spenna heilt frá greinini um forfylgda formannin í búskaparráðnum til raskar vinnulívsrisar og síðan yvir til veingjaðu hetjuna, sum summi í einskæraðari øvundsjúku kallaðu Kamikaze-Hans. Og ímillum hetta eru mangar aðrar spennandi lagnur og lívssøgur.

--

Til tey musikalsku

Lat meg goyma teg

Savnsútgáva
Lat meg goyma teg
Martin Joensen
forlagið Sprotin
200 blaðsíður
330 krónur

Martin Joensen hevur yrkt, teknað, málað og skrivað løg, síðan hann var um 18 ár. Nú er hann 53 ár. Hesi 35 er nógv fínt tilfar komið frá hondum hansara. Lat meg goyma teg er eitt úrval av teimum bestu yrkingunum. Pauli Hansen hevur skrivað nótar til øll løgini og í einum lumma á bakinum er nýggj savnsfløga við teimum bestu sangunum hjá Martin Joensen. Bókin er 200 síður og gjøgnumlitað við teimum bestu skitsunum og málningunum eftir Martin Joensen.

--

Til tey Havnasligu

Minnisbrot (myndin kemur mánamorgunin)

Fólkaminni
Minnisbrot
Hjørdis Háberg:
Forlag Leirkerið
128 blaðsíður
175 krónur

Her skrivar Hjørdis Háberg um tilburðir úr sínum egna lívi frá smágentu og til í dag. Av stórum áhuga er at fylgja henni á gonguferð hennara gjøgnum Havnina í 1920-unum við myndum á nærum hvørjari blaðsíðu og við frágreiðingum hennara, soleiðis sum hon minnist høvuðsstaðin, tá ið hon var ung.

--

Til tey søguligu

Dávur úr Tjørnuvík

Siðsøga
Dávur úr Tjørnuvík - onnur bókin
Sveinur Ísheim Tummasson
Forlagið Glint
350 krónur

Hetta er onnur bókin um 95 ára gamla tjørnuvíkingin Dáva Davidsen og lív hansara á sjógvi og landi. Í hesari bókini sigur Dávur eitt nú frá brúðleypi sínum, ódnarveðrinum á Suðurlandinum 1938, útróðri á Bakkafirði, grønlandstúrinum við Sonnu 1940, útróðri í Tjørnuvík undir krígnum og seinastu ferðini, sum tjørnuvíkingar gjørdu í Stapan. Hann sigur frá tíðini á Tórshavnar Skipasmiðju undir krígnum og arbeiðslívið í Reykjavík aftan á kríggið.

--

Til tey mentaðu

Hvat hevði Munch verið uttan dupultkvartettina í Ebenezer

Yrkingar
Tóroddur Poulsen
Hvat hevði Munch verið uttan dupultkvartettina í Ebenezer
Mentunargrunnur Studentafelagsins
116 blaðsíður
190 krónur

Hetta vakra yrkingasavn er myndprýtt við grafikki eftir høvundan, sum sær sjálvur líkur gløgt spælir við orðum og týdningum. Hann hugsar um teir góðu gomlu dagarnar, tá ið myrkrið fjaraði burtur, tá ið tað lýsti, og spyr, um hann sjálvur og skuggin hava skift um pláss. Hóast dámurin mangan er skemtiligur, so er deyðin tíðum í nánd. Frægari yrkingar finnast ikki í føroyskum bókmentum í dag.

--

Til allar Oddvør fjepparar

Tekstasavn
Úr køksvindeyganum
Oddvør Johansen
Mentunargrunnur Studentafelagsins
149 blaðsíður
220 krónur

Úr køksvindeyganum er savn av søgum og hugleiðingum eftir Oddvør Johansen. Teir mongu stubbarnir eru allir merktir av Oddvørs lætta stíli, og at hon dugir at geva bæði fólki og hendingum skemtibrá. Her verður gjørt gjøldur við smakkdómarunum, sum bara vilja hava, at føroyskur skaldskapur skal vera upp á ein máta. Her eru eisini tekstir um gerandisdagin, um hvussu nógv ein bensinstøð við bilvaski kann órógva grannarnar, hvussu allur lívshugur hvørvur, tá ið tú fært fepur og um Havnar bý, hvussu vakur hann er – og kundi verið.

--

Til tey lesihugaðu

Burtur

Skaldsøga
Burtur
Bergtóra Hanusardóttir
Mentunargrunnur Studentafelagsins
418 blaðsíður
299 krónur

Við hesi skaldsøguni verður lesarin fyri fyrstu ferð í føroyskum bókmentum førdur inn í tað føroyska útisetalívið í Keypmannahavn. Men fyrst og fremst varpar bókin ljós á teir krossvegir, har genta og drongur og heimlig og fremmand mentan umskarast. Burtur er hugtagkandi, spennandi og fylt við neyvum eygleiðingum og vøkrum natúrlýsingum. Eitt framúr íkast í tann føroyska bókmentaheimin.

--

HER ER EIN FAKTABOKS:::

Í 2005 vóru 169 bøkur givnar út á
føroyskum máli. Av teimum vóru 34%
yrkisbókmentir, 35% barnabøkur, 18%
lærubøkur og 13% fagurbókmentir.
95 vóru upphavsverk og 74 vóru tíðingar.

Hagstova føroya

--

Bestseljaralisti yvir danskar bøkur
vika 47 (Rit og rák)

1) Tankados Kode: Dan Brown
2) Vi, de druknede: Carsten Jensen
3) Nynnes dagbog: 3 Henriette lind
4) Madame Terror: Jan Gouillou
5) Den ukendte hustru: Leif Davidsen
6) Nobels testmente: Liza Marklund
7) Pigen der legede med ilden: Stieg Larson
8) Skæbnegalleriet: Helle Stangerup
9) De ti herskere: Christian Mørk
10) Hushjælp søges: Sophie Kinsella

--

Bestseljaralisti yvir føroyskar bøkur
vika 47 (Rit og rák)

1) Lætt & Leskiligt 2’arin
2) Mikines
3) Jóan Petur hjá Mouritsi
4) Okkara Sangbók
5) Ziskatrøðbrekkan
6) Lívsbardagi á Kappanum
7) Jana eitt hjartabarn
8) Burtur
9) Minnisbrot
10) Føroyingurin úr Danmark