Lesarin ávirkan á sjálvstýrismálið

Í blaðnum, tygum sita við í dag, eru vit farin undir eitt nýtt tiltak, sum hesaferð bar heitið »Telefon til Høgna Hoydal«.

Endamálið við hesum tiltaki er at fáa lesaran meira aktivan í blaðkjakinum, og at lata lesaran beinleiðis seta (í hesum føri einum landsstýrismanni) spurningar.


At vit valdu sjálvstýrismálið sum tað fyrsta evnið var ikki av tilvild, tí hetta málið var tað, sum løgtingsvalið hesaferð snúði seg um, og hóast »stemningurin« má sigast at vera dalaður rættuliga nógv síðani valið, so hevur hetta málið alstóran týdning í Føroyska samfelagnum.


Og vit mugu eisini staðfesta, at sjálvstýrismálið hevur fingið eina nýggja dimensjón - kanska serliga tí, at Tjóðveldisflokkurin hevur slept ekstremistiska kravinum um loysing og ikki minni tí, at Javnaðarflokkurin eisini tosar um sjálvstýri - tó innan fyri ríkisfelagsskapin.


Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin mugu metast í sjálvstýrismálum at liggja ikki so langt frá hesi kós, meðan Sambandsflokkurin við síni óreingiligu sambandsstøðu helst kemur at vera uttan ávirkan í hesum so týdningarmikla málið fyri føroysku tjóðina.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum sigur í blaðnum í dag, at hann heldur, at Javnaðarflokkurin ikki liggur so lang frá teirri kós, sum landsstýrismaðurin hevur sett sær. Hetta er at fegnast um, tí tað er av alstórum týdningi, at vit finna eina breiða politiska semju um hetta mál. Tað má ikki henda, sum í 1946, at ein spinkul meiriluti fær møguleikan at gera av framtíðarstøðu okkara.


Javnaðarflokkurin hevur eisini víst ein positivan vilja at viðgera hetta málið í álvara, og spennandi verður at fylgja við orðaskiftinum fríggjadagin, tá fullveldisuppskotið kemur til fyrstu viðgerð á tingi.


Tað er spell, at ikki eisni Sambandsflokkurin kann viðgera málið í álvara, tí hvussu víkir og vendir, so verður framtíðarstøðan broytt, og tað mátti eisini verið betri hjá Sambandsflokkinum og sambandsfólki, at flokkurin gjørdi sína ávirkan galdandi.


Sosialurin sum blað ætlar at viðgera hetta málið í tí álvara, sum tað eigur at verða viðgjørt. Tað merkir, at vit vilja taka alt fram, bæði tað, sum talar fyri og ímóti. Okkara sannføring er, at vit best lýsa málið við at lata øll sjónarmið koma fram - tí verður tað eisini í stóran mun upp til lesaran, hvussu vit kunnu lýsa málið.