Hóast sølan av nýggjum bilum er minkandi í løtuni, so er áhugin stórur fyri tí sum rørir seg í bilaverðini ? vit hava jú øll áhuga fyri bilum, so ella so. Bilurin er týdningarmesta flutningstólið, vit hava.
Hesaferð hava við gjørt meira enn vanligt burturúr við at bjóða lesaranum við til altjóða bilaframsýningina, Copenhagen Motor Show 2004 í Bella Centrinum, sum var frá 16. til 25 apríl.
Ein stórur partur av myndunum í blaðnum eru tiknar í Bella Centrinum, har fleiri hundrað akfør vóru sýnd fram.
Har var nógv nýtt at frætta, bilar, sum eru á veg og aðrir bilar, sum koma seinni í ár og næsta ár, umframt fleiri konseptbilar og designstudie, sum vit tó ongantíð koma at síggja um okkara leiðir.
Har vóru bilar í øllum klassum úr fleiri milliónum niður um 100.000 krónur.
Fyri biláhugað er tað altíð áhugavert at síggja nógvar ymiskar bilar verða sýndar fram.
Vónandi fær lesarin við hesum blað innlit í, hvat nýtt bilvinnan hevur at bjóða.