Lesarar hjálpa landsstýrinum at spara

Nú tað ikki eydnaðist løgmanni at fáa tær 130 - 200 milliónirnar meira í ríkisstuðulini frá donsku stjórnini, so hevur Miðlahúsið tikið stig til at savna inn hugskot til sparingar og nýggjar inntøkur til landskassan.

– Vit skulu spara ella fáa hægri inntøkur. Og tað kunnu vit so gera við tilfeingisgjaldi, tilfeingisskatti, uppsøgnum og tað, sum tú kann finna uppá, segði løgmaður í Degi og Viku týskvøldið.

Tað eru hesini orðini, sum Miðlahúsið hevur tikið til sín. Tí verður heitt á lesarar um at senda sparihugskot ella hugskot til nýggjar inntøkur til Miðlahúsið á sos(at)sos.fo ella við at senda sms til 225000. Miðlahúsið fer so at skriva um hesi hugskot og bera tey víðari til løgmann.

Men støðið skal takast í politikkinum hjá landsstýrinum. Politiski veruleikin er, at flatskatturin er samtyktur, og pensjónir verða skattaðir við inngjaldi heldur enn útgjaldi. Hetta verður jú ikki broytt við verandi samgongu. Sparihugskotini og nýggju inntøkurnar mugu tí taka útgangsstøði í tí kós, sum landsstýrið hevur stungið út í kortið.

Í vikuni hevur Sosialurin til dømis víst á, hvussu landsstýrið kann spara órímuligu koyripengarnar hjá landsstýrismonnum, sum fáa upp í 164.000 skattafríar krónur til at ferðast til arbeiðis. Hetta sjónarmið hevur løgmaður tikið til sín, og hann segði við Rás2 hósdagin, at kostnaðarendurgjaldið til landsstýrismenn skal endurskoðast.

Hetta er bert eitt dømi um, at tað ber til at ávirka og broyta ting - at hjálpa landsstýrinum at spara og finna nakað av tí peningi, sum restar í hjá føroyska samfelagnum.

Hava tit hugskot til øki, har sparingar kunnu fremjast ella har inntøkur kunnu tryggjast – stórar sum smáar, so sendið hesi hugskot sos(at)sos.fo ella við at senda sms til 225000.