Í 2015 setti ein landsstýrismaður haka í ein moldbøkk úti í Sandagerði sunnan fyri Landssjúkrahúsið sum fyrsta stig til eina stórútbygging av Landssjúkrahúsinum. Talan var um eina dulda kostnaðarmikla sjúkrahúsbygging á so høgum stigi, at okkara sjúkrahús í Havn og Klaksvík og Tvøroyri til sammetingar eru fyri feltlasarett at rokna. Tí her er talan um eitt rættiligt universitetshospital – fyri at brúka terminologiina hjá H. C. Andersen – serliga ætlað sjúklingum við truplum sjúkum og slíkum, ið krevur serviðgerð saman við serlæknum og sergransking.
Eitt slíkt hospital er ikki ætlað Marsannu og Palliba – tey hava trý vælvirkandi sjúkrahús við dugnaligum læknum og sjúkrasystrum.
Universitethospital Føroya skal virka í neyvum samstarvi við líknandi sjúkrahús í Íslandi og Norra. Aldargamla samskiftið við Ríkishospitalið og onnur sjúkrahús í Danmark heldur uppat, og sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn verður stongt. Ørkin í Reykjavík skal útbyggjast og dagførast.
Hetta er sjálvandi slatur og sleyg, og Marsanna og Palliba hava tessvegna einki at ræðast, hvaðna minni Føroya Løgting.
Almannaverkið, sum í mong ár hevur hildið til í einum av háhúsunum hjá sjúkrahúsverkinum á Frælsinum, hevur gjørt ein – fyri almenningin higartil duldan – langtíðarleigusáttmála, við ein málingahandil í Havn, sum í bráðskundi hevur bygt eitt risastórt hús í eysturbýnum – við sama skundi sum tað bretska hervaldið bygdi tær mongu íbúðirnar á summri 1940 – eins stórt sum grannahúsið, har Almannastovan hevur hildið til í mong ár.
Tá ið almannaverkið er flutt úr háhúsinum úti á Frælsi og í tað nýggja stórhúsið hjá málingahandlinum, er ætlanin at flyta nakað nógv av Setrinum inn í háhúsið. Sum mong vita, er Fróðakaparsetur Føroya ein labyrintur ymsastaðni í býnum og í Tórshavnar havn, sum er fløkjasligt hjá vanligum fólki í okkara lítla býi at fáa skil á.
Húsaogninar hjá Læraraskúlanum og Venjingarskúlanum, sum í sínari tíð vórðu bygdar og fíggjaðar av ríkiskassanum og Tórshavnar kommunu, skulu snákast, og tann stóri grøni vøllurin, sum kommunan ætlandi eigur, fer óivað at hvørva, tí hann skal brúkast til universitetskampus.
Perspektivini, so duld tey eru, ræða - hvør kann trívast í slíkari fløkju – og slatri?
”Men sig, hvat ger Tingið. Nú statt ei og bín!
Jú, teir selja grín!”