Týsdagin gjørdu Linjohn og Rógvi Kjærbæk semju við Jákup Olsen í sakarmálinum, sum Jákup hevði reist ímóti teimum, í sambandi við eitt lesarabræv, sum feðgarnir báðir høvdu í Oyggjatíðindi í fjør.
Undir heitinum »Fostrað eitt ravnaslag« settu teir fram nøkur sjónarmið um Jákup Olsen og hansara hátt at reka vinnuvirksemi uppá.
Jákup lat ikki sita á sær tað, sum í greinini stóð, og stevndi teimum báðum fyri ærumeiðing og kravdi, at tíggju brot í greinini verða dømd deyð at vera.
Týsdagin var rættarmálið avgreitt. Ikki við dómi, men við semju millum partarnar.
Semjan sigur, at teir báðir saksøktu viðurkenna, at áðurnevndu tíggjubrot í greinini eru ærumeiðandi sambært grein 267, 1. stk., í revsilógini og tí vera dømd deyð at vera.
16.000 kr í
endurgjaldi
Umframt at brotini í greinini vera dømd deyð at vera, so eru teir saksøktu eisini dømdir at rinda Jákupi Olsen eitt endurgjald upp á 16 túsund krónur fyri sakarkostnað, tortendurgjald og almannakunngerðing av rættarbókarútskrivtini, sambært grein 273, 2. stk. í revsilógini.