Lesandi uttanlands kunnu atkvøða á løgtingsvali, men áhugin fyri at velja er nógv minni hesaferð enn seinast 197 lesandi føroyingar uttanlands hava skrásett seg sum veljarar til valið leygardagin, og tað eru 216 færri enn á seinasta løgtingsvali.
Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Innlendismálaráðnum sigur við Kringvarpið, at ráðið hevur brúkt somu mannagongd sum seinast, og tí dugir hann ikki at siga, hví undirtøkan er so nógv minni.
Eftir reglunum skulu lesandi, sum ætla sær at atkvøða, verða skrásett á vallistanum í kommununi, sum tey seinast vóru skrásett í. Fyri at koma á vallistan skal veljarin senda inn umsókn, og kommunan skal hava tikið avgerð um upptøku í seinasta lagi tríggjar vikur fyri valdagin.









