Lesandi sutta labbar í juli.

Ongin lestrarstuðul kemur á bókina hjá lesandi í dag, tí lestrarstuðulin, sum er 3600kr, verður útgoldin einans í 11 mdr um árið.


Juli, er mánaðurin lestrarfamiljan skal klára seg uttan pening!


Lesandi við børnum hava ikki góðan møguleika at arbeiða í ferðiuni. Um tey fáa sær arbeiði, so merkir tað, at barnið kanska onga ferðiu fær.


Um vit veruliga meina, at ung skula taka útbúgvingina í Føroyum, so muga um ikki annað, tey lesandi sum eru forsyrgjarar, fáa møguleikan at forsyrgja allar 12 mánaðarnar um árið.


vh 
Bjørg Dam 
Valevnið fyri javnaðarflokkin.