Lesandi skulu gjalda tað sama fyri ferðing

Strandfaraskip Landsins og Stuðulsstovnurin hava gjørt eina avtalu um at umleggja skipanina við ferðaískoyti til tey lesandi

Heini O. Heinesen setti táverandi samferðslumálaráðharra tveir spurningar í fyrispurningi, og nú hevur so tann nýggi samferðslumálaráðharrin Bjarni Djurholm svarað.

Viðv. spurninginum, hvussu nógv tey lesandi skulu gjalda, svarar Bjarni Djurholm, at í dag gjalda tey 80 % av vanligum ferðaseðlakostnaði, tá tey ferðast við Bygdaleiðum, og 50 % tá tey ferðast við Oyggjaleiðum.

? Um so er, at tað er komið fyri, at ferðandi hava goldið ov nógv, kunnu tey venda sær til Strandfaraskip Landsins ella siga frá hjá tí, ið krevur inn fyri ferðaseðlar umborð á skipinum ella í bussinum. Eisini er møguleiki hjá teimum lesandi at keypa sær eitt mánaðarkort fyri 400 kr., ið gevur rætt til fría ferðing við Bygdaleiðum og Oyggjaleiðum millum bústað og skúla.


Elektrónisk kort

Viðv. spurninginum, hvat takstirnir verða í hesum skúlaárinum, sum nú er byrjað, sigur samferðslumálaráðharrin, at Strandfaraskip Landsins og Stuðulsstovnurin hava gjørt eina avtalu um at umleggja skipanina við ferðaískoyti til tey lesandi. Ein royndarskipan er sett í verk, har meginreglan er, at lesandi skulu gjalda tað sama fyri ferðing millum bústað og skúla, uttan mun til, hvar í landinum tey búgva.

? Tey lesandi kunnu keypa eitt sonevnt elektróniskt frumkort við 20 túrum aftur og fram millum bústað og skúla fyri 100 kr. Frumkortið gevur harumframt rætt til 20 % í avsláttri á øllum farleiðum hjá Strandfaraskipum Landsins, eisini í frítíðini.

? Til næmingurin fær frumkortið, tó í seinasta lagi til 1. oktober, kann gjaldast ferðaseðlagjald eftir verandi avsláttarreglum fyri lesandi. Av tí, at talan er um eina royndarskipan, er tað møguligt, at ávísar tillagingar verða gjørdar í skipanini so hvørt, sigur Bjarni Djurholm m.a. í svarinum.