Lesandi sakna veruligan politikk

- Lesandi síggja ikki nakra ætlan, mið ella endamál við politikkinum, sum verður førdur í Føroyum. Vit í MFS eftirlýsa tí, at lesandi og tað at fáa lesandi aftur til oyggjarnar verða raðfest, sigur MFS. Lønir, sum ikki skulu hækka, og skerjing av í almennu umsitingini gera tað minni spennandi hjá føroyskum lesandi uttanlands at leita sær heimaftur at arbeiða.

- Antin verða lønirnar í Føroyum uppaftur lægri enn tær eru uttanfyri Føroyar, ella eisini verða arbeiðsplássini minni spennandi og meira stressandi vegna færri starvsfólk, sigur Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) í eini fráboðan

- Onnur tiltøk, so sum slett ikki at granska í alternativum orkukeldum, senda boð um, at føroysku myndugleikarnir ikki leggja nakað í at granska øki, sum eru altavgerandi fyri framtíð føroya og veruliga siga ungdómi nakað.

- Men framum alt siga tílík tilvildarlig tiltøk, at fíggjarlógaruppskotið sparir eitt sindur her og der, heldur enn hyggur at hvørjum vit hava brúk fyri og so raðfestir. Heldur enn at nýta sparingarnar sum eitt høvi til at raðfesta og skera okkurt burtur, so at rest kann virka betur, støkkur landsins leiðsla undan, og sker alt eitt sindur niður í blindum, soleiðis at alt bara kann blíva verri, heldur MFS.

- Sum nú er síggja lesandi ikki nakra ætlan, mið ella endamál við politikkinum, sum verður førdur í Føroyum. Vit í MFS eftirlýsa tí, at lesandi og tað at fáa lesandi aftur til oyggjarnar verða raðfest. Vit eftirlýsa at Føroya løgting og landsstýrið gera sær greitt, hvussu framtíð Føroya skal síggja út. Vit eftirlýsa, at vit kunnu síggja um ikki annað, so ábendingar um, at har eru vón, áræði og vilji til at skapa nakað nýtt í Føroyum.