Lesandi sakna kjak um ES

Á árligu lestrararstevnuni hjá MFS komandi sunnudag verður roynt at seta hol á kjakið um hvat samband Føroyar eiga at hava við ES. Í hesum sambandi koma fólk úr Isle of Man og úr Íslandi at greiða frá sambandinum hjá hesum báðum londum við Europeiska Samveldið.

 

Ímeðan vøkur orð verða søgd um at føroysk lesandi eiga at fara út um tey donsku landamørkini at nema sær útbúgving, og nýggja Altjóða Skrivstovan verður sett á stovn, er tað ein sannroynd, at føroyingar renna seg í ein múr tá teir skulu nema sær útbúgving í einum ES landi.

Av tí at føroysk lesandi ikki eru ES borgarar og heldur ikki eru umfatað av nakrari serligari avtalu millum Føroyar og ES, kann tað gerast teimum ein sera dýr søga at nema sær útbúgving í londunum í Europa. Tí hóast føroyingar kunnu fáa ES pass og danskan ríkisborgararætt eftir einum degi, so kunnu føroyingar ikki gerast ES borgarar tey fyrstu nógvu árini.

Hetta hevur fingið fleiri føroysk lesandi í Danmark, ið søkja um upptøku á lærustovnum uttanlands, at káva yvir teirra føroyska uppruna og bert nevna at tey eru danskir statsborgarar fyri at fjala at tey ikki eru ES borgarar.


Umstøðurnar eru vánaligar

Hendan trupulleika heldur Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) vera eina ta størstu forðanina ímóti at aljtjóðagera tey føroysku lesandi, soleiðis sum landsstýrið hevur stungið út í kortið, og tí hevur MFS nú tikið stig til at fáa málið á dagsskránna í Føroyum.

Á hvørjum ári skipar MFS fyri lestrarstevnu og í ár er júst sambandið millum Føroyar og ES evni á lestrarstevnuni.

Sissal Kristiansen, formaður í MFS, sigur, at felagið hevur hoyrt frá nógvum av sínum limum, sum brenna seg av at útbúgvingarstovnar í ES londum skilja neyvt millum hvørjir umsøkjarar eru ES-borgarar og ikki ES-borgarar.

? Fyri okkum at síggja er hetta ein stór forðing fyri at føroyingar fara út um Norðurlond at útbúgva seg. Tað er ikki nóg mikið at landsstýrið vísir góðan vilja og til dømis setir Altjóða Skrivstovuna á stovn, tá umstøðurnar at fara út í Europa at lesa eru so vánaligar hjá føroyingum, sigur MFS formaðurin.


Føroyskur politikkur steðgar í Danmark

Ístaðin fyri at leggja Lestrarstevnuna til rættis eftir hesum rættiliga væl avmarkaða trupulleikanum hjá føroyskum lesandi, hevur MFS valt at taka allan tann prinsipiella spurningin um, hvussu Føroyar eiga at fyrihalda seg til ES upp.

? Tað tykist fyri mær sum at føroyski horistonturin endar í Danmark. Føroyskur politikkur snýr seg um loysing frá Danmark og so at siga einki annað. Loysingin er eitt umráðandi mál, men við loysingini verða ikki allir trupulleikar loystir, og tað mátti verið møguligt at farið í gongd við eitt kjak um hvat Føroyar vilja við ES, áðrenn loysingarspurningurin er greiddur. Tað eigur at vera møguligt at hava meira enn eitt mál í huganum ísenn, sigur Sissal Kristiansen, sum ásannar, at tað ikki átti at verið upgávan hjá MFS at byrja eitt kjak um føroyskan uttanríkispolitik sum heild.

? Men um eingin annar ger tað, so mugu vit taka málið upp, tí manglandi viljin millum føroyskar politikkarar at taka ES upp á tungu, er nakað sum vit lesandi merkja nógv til í gerandisdegnum, sigur Sissal Kristiansen, formaður í MFS.


Gestir úr Álanadi og av Man

Til at seta málið um Føroyar og ES í perspektiv hevur MFS boðið umboðum frá tveimum øðrum smálandatjóðum til Føroya at røða á Lestrarstevnuni. Av Isle of Man kemur Stephen Carse, búskaparráðgevi í fíggjarmálaráðnum á Man, og úr Íslandi kemur Jón Sigurðsson úr íslendska handilskamarinum.

Á Lestrarstevnuni fer eisini Jens Helgi Toftum úr Fiskimálastýrinum at greiða frá viðurskiftunum millum Føroyar og ES, og Tommy Petersen, ið fyrr hevur verið nógv frammi í føroyska ES kjakinum fer eisini at koma við sínum viðmerkingum.

Lestrarstevnan hjá MFS verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 22.juli klokkan 15.00.

Føroya Banki, Føroya Tele, Atlantic Airways og Vestlax hava stuðlað titlakinum fíggjarliga.