Lesandi mótmæla í London

Fleiri túsund studentar gingu í dag mótmælisgongu í miðbýnum í London, har teir mótmæltu sparingunum á fíggjarlógini, og at tað verður dýrari at fáa sær útbúgving. Studentarnir róptu slagorð ímóti David Cameron, forsætisráðharra, og teir hongdu eina dukku, sum skuldi ímynda varaforsætisráðharran, Nick Clegg.

-Vit kenna tað sum okkara skyldu at mótmæla fyri at hjálpa komandi ættarliðum, sigur studenturin Jenny O´Leary sambært norsku tíðindastovuni NTB.

Bretska stjórnin hevur sagt, at lestrargjaldið verðir trýfaldað, og tað hevur fingið øði nógv av teimum ungu.