Føroyskar fyritøkur og lesandi kunnu nú samskifta á felags palli. Heimasíðan www.leinkjan.fo er nú klár at brúka, og fyritøkur kunnu á heimasíðuni leggja út verkætlanir, sum lesandi kunnu arbeiða við sum part av útbúgvingini.
Vinnuhúsið hevur ment nýggju heimasíðuna, sum er ætlað at knýta fólk undir útbúgving tættari at vinnulívinum í Føroyum. Á heimasíðuni kunnu fyritøkur skráseta verkætlanir, sum lesandi í Føroyum og uttanlands kunnu bjóða seg fram at skriva eina uppgávu um, sum partur av teirra útbúgving. Tað verður eisini gjørligt hjá teimum lesandi at skráseta seg á heimasíðuni, so fyritøkurnar kunnu seta seg beinleiðis í samband við tey lesandi.
Umvegis heimasíðuna kunnu fyritøkurnar kanna og útgreina viðurskifti, sum hava týdning fyri fyritøkurnar, og tey lesandi sleppa at arbeiða við verkætlanum, sum kunnu skapa virði.
Á leinkjan.fo ber eisini til hjá teimum lesandi at søkja um at fáa ein mentor. Ein mentor er ein persónur við royndum úr føroyskum vinnulívi, sum kann vegleiða tey lesandi um ymisk viðurskifti í sambandi við eina yrkisleið innan privata vinnulívið í Føroyum.
Endamálið við heimasíðuni er serliga at gera fólk undir útbúgving meira tilvitað um teir møguleikar, sum eru í føroyskum vinnulívi, og yvirhøvur at fáa betri samband millum føroysk lesandi og føroyskt vinnulív.
Nýggja heimasíðan og mentorskipanin vóru ávíkavist átak nr. 20 og 21 í heildarætlanini hjá landsstýrinum um fólkavøkstur og fólkaflyting. Umframt hesi átøk hevur Vinnuhúsið eisini átikið sær at standa fyri einari verkætlan um vinnuliga fígging av PhD-verkætlanum, um Landsstýrið velur at raðfesta tær vinnuvendu útbúgvingarnar.