Prátið verður á Seturskaféini, ið er á Hvonn í Tórshavn.
Prátið fer at snúgva seg um útbúgving og hvørja støðu tey politisku ungmannafeløgini hava til útbúgving, og tað, ið har hoyrir til.
Seturskafe er eitt vanligt tiltak uttanlands, har lesandi hittast til hugna og prát, ið vanliga er hvønn fríggjadag. ?Seturskafe er við til at menna eitt livandi lestrarumhvørvi; og veitir hon eisini ein avsláttur til tey lesandi.
Kaféin á Hvonn er hvønn fríggjadag frá kl 14 til kl 17.
Møguleiki verður eisini fyri at fáa eitt prát við MFS-nevndini og at tekna seg sum lim í MFS. Limaskapur er ókeypis.
Tey, ið manna MFS-Føroya nevndina eru:
Teitur Vágadal, formaður
Maria í Skorini, varaforkvinna
Guðrið S. R. Poulsen, skrivari
Pætur Vágadal Joensen nevndarlimur
Rita Dam Simonsen nevndarlimur
Johann J. Petersen nevndarlimur
MFS letur heilsa, at øll eru vælkomin á Seturskafe.
MFS-Føroyar