Lesandi í Føroyum: Meira pengar, takk

3.700 krónur røkkur ikki til mest neyðturviligu útreiðslurnar.

Tað vil Meginfelag Føroyskra Studenta vera við. Lestrarstudningurin til lesandi í Føroyum er snøgt sagt ov lítil.

- Fyri hendan peningin skal tann lesandi gjalda húsaleigu, matvørur, skúlatilfar, kringvarpsgjald, og so framvegis. Tú nýtist ikki at vera talsnillingur fyri at ásanna, at stuðulin á ongan hátt røkkur til tær mest neyðturviligu útreiðslurnar. Tey lesandi í Føroyum noyðast annaðhvørt at eiga pening á bók ella lána pening fyri at fáa endarnar at røkka saman, skrivar Meginfelag Føroyskra Studenta í tíðindabrævi.

Felagið vísir eisini á munin millum lesandi í Føroyum og Danmark. Føroysk lesandi fáa lestrarstudning 11 ferðir um árið.

- Í Danmark verður stuðul veittur til tey lesandi alt árið – 12 mánaðir. Tann árliga stuðulsupphæddin er 65.862 krónur, og vil ein lesandi, ið er 18 ár ella eldri og uttan starv, gjalda umleið 7.000 krónur í skatti av stuðlinum, soleiðis at netto-stuðulin verður 58.862 krónur árliga. Í Føroyum er árligi stuðulin skattafríður, men upphæddin er bert 41.107 krónur – ella heili 17.775 krónur minni enn í Danmark. Í prosentum er hetta 30 prosent minni. Verður so tikið við, at kanningin hjá Hera á Rógvi vísir, at Føroyar í miðal eru 14 prosent dýrari at liva í enn Danmark, so gevur hetta ein reellan mun á heili 40 prosent!, skrivar Meginfelag Føroyskra Studenta.