Lesandi í Føroyum 18 milliónir meiri í stuðuli

At bøta um korini hjá lesandi í Føroyum, er eitt høvusmál hjá okkum hesi næstu árini, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum

Hesi næstu trý árini skal stuðulin til lesandi í Føroyum hækkast einar 18 milliónir krónur tilsamans.

Tað staðfestir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Hon sigur, at umstøðurnar hjá teimum lesandi í Føroyum verður eitt tað størsta átaksøkið hjá hesi samgonguni, og tilsamans er endamálið at hækka stuðulin til lesandi útvið fimm til seks milliónir krónur um árið hesi næstu trý árini.

 

Fyribils hevur samgongan tryggja, at lestrarstuðulin ikki lækkar enn meiri. Tað kundi hann gjørt, tí prístalið í Føroyum lækkar, og skuldi hann fylgt prístalinum, sum hann plagar, hevði lestrarstuðulin nú lækka út ímóti tveimum prosentum.

 

- Tað halda vit er skeivt, og tí hava vit samtykt, at hann skal ikki fylgja prístalinum í løtuni, sigur Rigmor Dam.

 

Men yvirskipaða endamálið hjá samgonguni er, at lestrarstuðulin í Føroyum skal vera kappingarførur við stuðulin í Danmark og tí skal hann hlkkast einar 18 milliónir tilsamans hesi næstu trý árini.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at enn er ikki avgjørt, hvussu hækkingin skal býtast, men tað er greitt, at hugsast skal serliga um tey, sum eru undir hægri lestri og um lesandi við børnum.

 

Ein annar trupulleiki er, at í Føroyum verður lestrarstuðul bara latin í 11 mánaðir og ein triði trupulleiki er, at tað stendur so illa til við hóskandi studentabýlum í Føroyum, og tað er dýrt at leiga.

 

Samanumtikið er endamálið, at lestrarstuðulin í Føroyum skal upp á danskt stig. Tað er fyrst og fremst hagar, føroyingar fara at lesa, so skulu vit varðveita tey lesandi í Føroyum, er neyðugt, at stuðulin er kappingarførur.

 

Rigmor Dam sigur, at í Danmark er lestrarstuðulin stívliga 5000 krónur um mánaðin, eftir skatt, og í Føroyum er hann 3800 krónur um mánaðin, men bara í 11 mánaðir.