Lesandi føroyingar hittast

MFS bjóðar lesandi til fundar tann 26. juli fyri at hoyra um viðurskifti hjá lesandi og fyri at koma saman.

 

 

Hetta er samstundis aðalfundur hjá Meginfelag Føroyskra Studenta, sum verður tann 26. juli kl 16 á Jónas Broncks gøtu 25.

Á fundinum verður greitt frá fjølbroytta virkseminum hjá felagnum, og um ein hevur ágrýtni at arbeiða fyri at betra um lestrarviðurskiftini hjá føroyskum lesandi kring heimin, so er møguleiki at stilla upp til ráðið.

Sitandi MFS ráð mælir øllum lesandi at luttaka og stilla upp til aðalfundin.

Eftir fundin bjóðar MFS føroyskt ábit.

 

Eftir aðalfundin verður 1. ráðsfundur hjá nýggja ráðnum.