Lesandi fáa pláss í Býarbókasavninum

Lesandi, ið koma heim í summar og hava tørv á einum staði at miðsavna seg um lesturin, fáa nú møguleikan at leggja leiðina framvið Býarbókasavninum, har Tórshavnar kommuna hevur sett eina heila hædd av sum lestrarhølir.


Talan er um ovastu hæddina í Býarbókasavninum, sum í summar einans er ætlað lesandi, og har ætlanin er, at tey kunnu lesandi í frið og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.


Á síni heimasíðu skrivar kommunan, at øll lesandi, bæði tey, ið lesa uttanlands og tey, ið lesa á Fróðskaparsetrinum, eru vælkomin at brúka hølini.


Lestrarhúsið er opið frá 27. juni til 21. august 2016, og tað verður opið, tá ið Býarbókasavnið er opið.