-Vit geva teimum lesandi ein møguleika fyri at verða hoyrd og samstundis kunnu tey vísa teirra nøgd ella ónøgd hvat viðvíkur úrslitinum í føroysku Pisa kanningini. Og vit vænta sjálvandi, at politisku umboðini fara at taka meiningarnar til sín, so okkurt gagnligt kemur burturúr, sigur Birita í Dali, forkvinna í MFS í Keypmannahavn. Í morgin skipar Keypmannahavnarnevndin hjá MFS fyri einum kjakfundi í Føroyahúsinum, har evnið er úrslitið av Pisa kanningunum í Føroyum. Umboð frá øllum politiskum flokkum luttaka í einum pallborðskjaki.
-Tey lesandi sakna ofta eitt forum og høvi at luttaka í kjakinum um føroysk viðurskifti, sigur Birita í Dali.
Hon sigur, at tey lesandi í Føroyum í annaðkvøld fáa møguleikan at seta politikarunum spurningar um føroysku viðurskifti ? hesaferð um Pisa kanningarnar.
-Hetta er eitt viðkomandi evni fyri okkum lesandi og annars fyri føroyskar útisetar sum heild. Lesandi eru helst komandi foreldur at børnum, sum skulu í skúla, og eitt tað mest eyma punktið hjá foreldrum er, at børnini koma í so góðar skúlar sum møguligt. Hetta er soleiðis eisini eitt stórt lið í at fáa føroyingarnar heim aftur til klettarnar, sigur Birita í Dali.
Vit vita, at rættiliga nógvir føroyingar leita til Keypmannahavnar í lestrarørindum, og tí er møguleikin fyri einum góðum og gevandi kjaki til staðar.
-Tað er rættiliga ymiskt, hvussu áhugin er, men eg haldi at føroysk ung kunnu vera rættiliga virkin politiskt um tey fáa møguleikan. Í fjør høvdu vit eitt líknandi tiltak, har Jóannes Jacobsen legði ritgerðina fram ?á veg mót sjálvberandi búskapi?. Tá vóru eini 70 føroysk lesandi møtt upp til fundin.
-Evnið hevur nógv at siga og nær tiltøkini eru - próvtøkulesnaðurin skal jú ikki órógvast - og sjálvandi hvussu rákið heima í Føroyum er, greiður Birita í Dali frá.
-Vit heita eisini á lesandi, um at sjálvi koma við evnum, sum vit kunnu seta fokus á, so tey lesandi eisini kunnu avgera hvørji tiltøk eru, sigur Birita í Dali.