Lesandi í Danmark mangla bústað

Hóast mong ung hava fingið pláss á teimum ymsu universitetunum í Danmark, so er tað kortini ikki vist, at tey kunnu kenna seg trygg júst enn.

Ongantíð áður hava so nógvir næmingar mangla búpláss í Danmark, skrivar Politikken.

 

Áður hevur verið vanligt, at umleið 1000 næmingar møta fyrsta skúladag uttan bústað, men í ár verður talið helst hægri, nú 12 prosent fleiri fólk eru tikin inn á universitetini.

 

Politikken skrivar eisini, at síðani 1995 er eingin almennur stuðul latin til bygging av næmingaheimum, og samstundis vísir seinasta kanningin av bústøðum í Danmark, at tað nú er vorðið dýrari at leiga.

 

-Nú mugu kommunalu politikararnir finna eina loysn á bústaðartrupulleikunum, sigur formaðurin í felagsráðnum hjá lesandi í Danmark, Mikkel Zeuthen.

 

-Vit vita, at um tíggju ár verða helst 100.000 fleiri ung lesandi í Danmark, og meirilutin av teimum fara at lesa í stórbýum sum Århus og Keypmannahavn. So nú noyðast politikararnir at sláa til, sigur hann.

 

Og um tað gerst trupult hjá teimum fólkavaldu at finna góð ráð, so hevur Mikkel Zeuthen nøkur boð.

 

-Vit síggja nú, at eldraíbúðir og vinnuligir bygningar standa tómir í miðbýnum í teimum stóru býunum. Kanska skulu vit umhugsa júst hvat hesir bygningar skulu nýtast til, sigur hann.