Samstundis fáa tey lesandi møguleikan at hoyra og kjakast við m.a. sosialdemokratiska formannin Helle Thorning-Schmidt, umhvørvismálaráðharran Connie Hedegaard (K), undirvísingarmálaráðharran Bertel Haarder (V) og framsøgumannin í uttanríkismálum hjá Dansk Folkeparti, Søren Espersen. Umframt hetta kemur formaður fólkatingsins Christian Mejdahl (V) framvið. Á fundinum fara hesir framstandandi politikarar at bera sínar hugsanir fram um samstarvið millum Danmark, Føroyar og Grønland. Eftir hvørja framløgu verður kjak á skránni, har tey lesandi hava møguleikan at luttaka.
Teir tríggir fólkatingslimirnir í Norðuratlantsbólkinum, Høgni Hoydal (Tjóðveldisflokkurin), Kuupik Kleist (IA) og Lars-Emil Johansen (Siumut) fara eisini at greiða frá arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi. Tiltakið byrjar kl. 13 og verður væntandi liðugt umleið kl. 17.
Áhugað kunnu tekna seg til tiltakið hjá skrivarunum hjá bólkinum, sum eru Heini í Skorini og Mininnguaq Kleist.