Fullsett er í fyrilestrarhølinum í bygninginum hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncks Gøtu í Havn, har Sjúkrarøktarfrøði-deildin og Søgu- & samfelagsdeildin halda til.
Útvið 100 lesandi bíða spent eftir, at Helle Thorning-Schmidt møtir upp til ein tíma við uppleggi, spurningum og kjaki.
Fyrst hevur forsætisráðharrin eitt stutt upplegg, og síðani verður orðið givið leyst til spurningar og kjak.










