Arne Zachariassen úr Norðragøtu og Oddur á Lakjuni ú Fuglafirði, sum lesa í Aberdeen verða gestir millum kl. 16 og 17 á Rás2, í dag! Talið av lesandi føroyingum í Aberdeen er alsamt vaksandi. Sum er, eru tað uml. 50 føroyingar, sum lesa í Aberdeen. Og tað eru góð útlit fyri, at hetta talið fer at vaksa í framtíðini. Bara á University of Aberdeen eru 15.000 lesandi frá øllum Heiminum. Á Rás2 í dag - í tímanum millum 16 og 17 - fara Arne Zachariassen og Oddur á Lakjuni at greiða frá hvussu tað er at lesa í Aberdeen, umstøður, valmøguleikar og stuðulsmøguleikar. Eisini fara teir at røða um Skottland, sum land og samfelag.