Lesa hvønn dag við KUMPAS

- Vit ynskja at eggja ungum til dagliga at lesa í Bíbliuni, sigur Jákup Justinussen, ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini. Nú kemur út ein nýggj bíbliulesiætlan til ung Nýggja bíbliulesiætlanin kemur út í august mánaði í ár, og ber heitið KUMPAS. Endamálið er at veita ungum hjálp til betur at skilja Bíbliuna, sum fyri nógv ung tykist ov torskild at lesa.

Í lesiætlanini er ein bíbliutekstur at lesa hvønn dag, og síðani kemur ein frágreiðing til henda tekstin.

- Bíblian er skrivað fyri 2000 árum síðan, og er viðkomandi enn í dag. Hon er mest útbreidda, mest selda, mest ávirkandi bók, umsett til flest mál, og fleiri 1000 menniskju kunnu siga frá, at hon hevur broytt teirra lív til tað betra.

?Vit trúgva, at Bíblian ikki bara er ein vanlig bók, men at hon er Guðs orð, og tí ynskja vit at fleiri fara at lesa úr Bíbliuni?, sigur Jákup Justinussen.

KUMPAS kemur fyrstu ferð út 1. august í ár, og kemur síðan út 2 ferðir árliga. Kostnaður fyri 2010 útgávuna er 95 kr! Møguleiki er at tekna seg sum haldara til KUMPAS á www.mission.fo!