Lesa Bíbliuna út í eitt

Um vikuskiftið fara samkomurnar í Vágunum at lesa Bíbliuna út í eitt, meðan Country og Bluesfestivalurin er í Sørvági.

Dagarnar 4. til 7. juni bjóða samkomurnar í Vágum til sera forvitnisligt tiltak í Kedron í Sørvági, har Bíblian verður lisin upp út í eitt frá byrjan til enda, samstundis sum Sørvágs Country og Blues Festivalur verður hildin.

 

Tiltakið byrjar hósdagin 4. juni og endar helst út á seinnapartin sunnudagin 7. juni, smáar 80 tímar seinni. Tá hava fólk, ið teknað eru frammanundan, lisið alla Bíbliuna uppá skift, fýra dagar og tríggjar nætur, frá 1. Mósebók 1 til Opinberingina 22.

 

Endað verður sunnukvøldið kl. 18:00 við hátíðarløtu við upplestri, bøn og lovsangi. Eisini verða Bíbliurnar, ið nýttar hava verið til boðrenningina, handaðar Rósu Samuelsen og Suna Jacobsen vegna kommunurnar í Vágum.

 

Øll er hjartaliga vælkomin at koma inn at lurta, so leingi upplesturin er, og sjálvsagt eisini til hátíðarløtuna sunnukvøldið.

 

Bíbliu-boðrenningin er fyriskipað fyri at varpa ljós á Guds Orð, Bíbliuna, við at geva øllum áhugaðum møguleikan at lesa og hoyra mest seldu og umsettu bók í heiminum, út í eitt, so leingi ein hevur hug.

 

Bíbliu-boðrenningin er fyriskipað av Saron í Sandavági, Missiónshúsinum í Miðvági, Fríkirkjuni við Gjónna í Miðvági, Libanon í Sørvági og Kedron í Sørvági.