Higartil hevur elektroniska útgávan av blaðnum bert verið tøk umvegis internetkagar á teldu, men ein nýggj skipan ger tað nú gjørligt hjá iPhone og iPad brúkarum at lesa blaðið eisini. Neyðugt er at verða haldari av blaðnum ella elektronisku útgávuni, men tey, sum eru tað, kunnu nú taka Sosialin niður á snildfonina ella teldilin á heimasíðuni sos.fo