Samstarvsskipanin SSP hevur á netinum vegleiðing um, hvussu børn og ung kunnu læra at ferðast trygt á netinum.
– At reika á netinum er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá flest øllum, bæði børnum og vaknsum. Hetta setur krøv til skilagóðan atburð, og hvussu vit tryggja okkara privatlív, sigur SSP um vegleiðingina, sum inniheldur góð ráð, vegleiðingar, uppgávur og annað.
SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum. Heitið SSP er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi. Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-18 ár.
Her kanst tú lesa vegleiðingina hjá SSP