Leroy Sane ynsktur í Premier League

U21 landsliðsspælarin hjá Týsklandi er ynsktur í Premier League

Mynd: (Álvur Haraldsen) Leroy Sane í dysti móti føroyska U21 landsliðnum á Tórsvølli farna kappingarár

Týskir og bretskir miðlar skriva, at Manchester City hevur bjóðað áleið 400 milliónir krónur fyri Leroy Sane úr Schalke 04. Leroy Sane vísti síni evnir á Tórsvølli í fjør, tá U21 landsliðið hjá Týsklandi vann 6-0 á Føroyum.

- Vit ynskja ikki at selja hann, hann vil ikki seljast og sjalvt ikki Manchester City hevur pengar nokk at keypa hann, sigur Horst Heldt, virkandi stjóri í Schalke 04.

19 ára gamli vongurin hevur verið í kikarinum hjá Liverpool farna summar, men eisini teir fingu eitt nei frá týska felagnum. Leroy Sane vísir við jøvnum millumbilum, at hann hevur evnini at blíva ein heilt góður spælari. Tað vita tey eisini í Schalke 04.

Manchester City hevur í ár keyp inn fyri eina milliard krónur á vengrunum. Fyrst keyptu teir Raheem Sterling frá Liverpool, og síðani Kevin De Bruyne frá Wolfsburg. Báðar fyri áleið ein hálva milliard krónur í part.

Tí er nakað óhugsandi, at Manchester City í hesum flytingarvindeyganum aftur fer at brúka so nógvar pengar upp á ein vong. Men bæði týskir og bretskir miðlar skriva, at Manchester City hevur bjóðað áleið 400 milliónir krónur fyri unga stjørnuskotið.

Flytingarvindeygað er opið í ein mánað, og tað merkir eisini, at tað eru nógvar leysasøgur um spælaraskifti.