Lerkur verður nú longdur

Seinni ísfiskatrolarin av tveimum, sum Faroe Seafood hevur keypt úr ávikavist Írlandi og Skotlandi, verður væntandi klárur til fiskiskap um einar tveir mánaðir Faroe Seafood hevur keypt tveir ísfiskatrolarar. Hin fyrri, Rókur, liggur í Saltangará, har maskinverkstaðurin FJM í Runavík er í holt við at seta nýggja verksmiðju í skipið. Eisini verða broytingar gjørdar í lastini, so fiskurin lættari fæst til høldar.

Rókur er keyptur úr Írlandi og Lerkur úr Skotlandi.

Skrokkarnir eru smíðaðir í ávikavist Pólandi og Hálandi - í 1999 og 2000. Síðan hevur Cartensens Værft í Skagen gjørt skipini liðug.

Rókur og Lerkur eru soleiðis lutfalsliga nýggj skip, og maskinurnar eru júst yvirhálaðar.

Skipini eru smíðaði eftir somu tekning, men Rókur er longri enn Lerkur. Tá sett er uppí Lerk, verða skipini eins til longdar eisini.

Væntandi fer arbeiði á Tórshavnar Skipasmiðju at taka einar 6 vikur.

Íløgan í bæði skipini, tá tey eru klár at loysa, er einar 80 miljónir krónur.

Jónsvein Knudsen, sum umsitir reiðaravirksemið fyri Faroe Seafoood, sigur, at hevði felagið latið hesi skipini byggja, høvdu tey helst kostað millum 120-140 miljónir krónur.

- Hetta eru góð og rúmlig skip. Versmiðjan er á niðara dekkinum, og troldekkið á tí ovara, sigur hann.

Feðgarnir, Ólavur og Rúni Samuelsen og Róin Joensen, fara at skiftast um at føra Rók og Lerk.