Leptospirose - hvat er tað?

Landsdjóralæknin hevur boðað frá, at hundasjúkan Leptospirosa er staðfest hjá føroyskum hundum, og sjúkan kann eisini smitta fólk. Talan er um eina sjúku, sum sæst hjá djórum um allan heim. Reinføri, tá tú hevur nomið við hundin, eru bestu ráðini fyri at sleppa undan smittuni. Hundurin skal ikki sleppa at strúka úti einsamallur - og hann skal helst ikki leppa úr hyljum úti.

Heilsusíðan
Eydna Skaale

Leptospirose hjá fólki:

Í Danmark verða millum 10 og 30 fólk smittað árliga. Tað eru í høvuðsheitum fólk, sum hava svomið ella arbeitt í áum inni í stórbýum, í kloakkaum, ella sum hava starvast í alistøðum á landi. Fólk, sum á onkran hátt hava havt samband við landið frá rottum ella músum eru eisini í smittuvanda.
Fert tú at ferðast, kanst tú verða verða smittaður, um tú kemur í samband við fesktvatn - til dømis á rafting túrum, ella um tú kemur í samband við djór í tropunum. Mett verður, at tað eru yvir 500.000 álvarsom dømi um Leptospirosu hjá fólki - serliga í fátøkum økjum í tropunum og í subtropunum. Sjúkan smittar har serliga í regntíðini.


Ein nýggj svensk kanning vísir, at Leptospirosa er rættiliga vanlig sjúka, men illgruni er sjáldan um júst hana, tá fólk koma heim av tropiskari feriu við fepri.

Smittan
Flestu stóru djórasløgini kunnu smitta við Leptospirosu, men tað eru rottur og mýs, sum smitta við vandamestu sløgunum at sjúkuni.
Djór, sum eru smittað, útskjilja stórar mongdir av bakteriuni gjøgnum landið, og tað er eisini landið, sum er størsta smittukeldan til fólk. Tú kanst verða smittaður, um tú kemur í beinleiðis samband við landið, ella um tú kemur í samband við áir og fesktvatn, sum er dálkað av smittandi landi.
Landsdjóralæknin mælir tí til at ansa serliga væl eftir, tá tú turkar skarn og land upp eftir til dømis hvølpum. Tað er umráðandi ikki at fáa nakað á teg, og tí skalt tú helst brúka handskar og vaska tær væl um hendurnar aftaná.
Ert tú blivin smittaður, smittar tú eisini í høvuðsheitum gjøgnum landið, men tá tú tekur antibiotika, hvørvur smittuvandin. Vandin fyri at smitta millum fólk er sostatt ikki serliga stórur.

Sjúkan brýtur vanliga út einar 5-14 dagar eftir, at tú hevur fingið smittuna. Sjúkueyðkennini minna um influenzu við høgum fepri, høvuðpínu og pínu í vøddunum, serliga um lendarnar og í tjúkkunum.

Áðrenn viðgerð við antibiotika kann byrja, skal sjúkan staðfestast í landi ella blóði.

Leptispirosa kann viðgerast við pencillini. Men tað er eingin koppseting til fólk móti sjúkuni. Hyggjuráðini eru tí at hugsa um reinføri, og vaska tær væl um hendurnar, eftir at tú hevur verið í samband við djórið - serliga áðrenn tú fært tær at eta: