Leon Spinks er deyður

Í sínum áttanda dysti sum professionellur boksari, vann Leon Spinks á Muhammad Ali í Las Vegas í 1978.

 

Fyrrverandi boksarin í tungvekt, Leon Spinks, er deyður, 67 ára gamal. Hann er mest kendur fyri at hava tikið WBA-heitið frá Muhammad Ali í 1978, men hann gjørdist eisini OL-meistari tvey ár frammanundan.

Tað eru fleiri amerikanskar heimasíður, eitt nú ESPN og Washington Post, sum bera tíðindini um, at Leon Spinks er deyður.

Sum skilst, hevur fyrrverandi boksarin í tungvekt drigist við ymiskar sjúkur, eitt nú prostatakrabba, og hann hevði eisini drigist við heilaskaðar eftir yrkisleiðina sum boksari.

Miðlarnir vita at siga, at Leon Spinks gjørdist OL-meistari í Montreal í Kanada í 1976, og í sínum áttanda dysti sum professionellur boksari, vann hann á Muhammad Ali í Las Vegas í 1978.

##med2##

Í dystinum móti Muhammad Ali vóru 15 umfør, og tríggir av fimm dómarum valdu Leon Spinks sum vinnara. Sjey mánaðir seinni misti hann WBA-heitið aftur móti sama Muhammad Ali.