Leon Gunnari til minnis

Í dag sita vit eftir og kennast ikki við
hetta ófrættatámið, ið køvdi sólina
fyri okkum.

Eingin okkara dugir at svara tí
uppá hesar óhugnaligu spurningar hví??

Í dag, góði Leon Gunnar, standa vit á berum.
Eingin okkara hevur nakað nøktandi svar
uppá spurningar, ið vit øll settu.
Í dag eru vit øll prísgivin, tí vit hvørki duga
ella megna at skilja tað, ið hendi.

Tú fekk nøkur ár, ið vit ongantíð gloyma,
men nú ert tú farin, og um teg vit droyma,-
droyma dreymar tú sjálvur hevði,
men lagnan á hesar dreymar køldu hond sína legði.

Nú ert tú farin, aftur ikki nú vendist,
men svárari neyð aldri nøkrum okkara kendist.
Tú vart lívið mitt í lívinum,
og tessvegna duga vit - og vilja heldur ikki - góðtaka
hetta høpisleysa, ið skelkaði okkum øll -
men lagnan er ikki í okkara hondum.

Nú ert tú heima, har KRISTUS er kongur,
og nú kann einki skaða teg longur.

RV