Leon Gunnar Johannesen

* 14. novemburr 1988
d.22. mars 2004

Saknin sára vit nú kenna,
tómur sessur tín er nú,
eftir kinnum tár nú renna,
aldrin gloymdur verður tú.

Sum ein rósa - vakur var tú,
lætta lyndið gleði bar.
Eins og her - so blómar tú nú,
Gud hann goymir teg hjá sær.

Sorgin nívir sál og sinn,
boygd av sorg vit eftir sita,
Gud hann tók teg til sín inn,
á, ein troyst tað er at vita.

Hvíl í friði, kæri skattur,
heima í Guds himna stað,
ein dag møtast vit tó aftur,
Gud hann hevur lovað tað.

Kæra barnið vit tær siga
nú farvæl á síðstu ferð,
og av hjarta Gud vit biðja
Troyst og ugga til os ber.

Fastir