Leo er loksins farin

Eftir at hava ligið í sjúkrasong alla vikuna, har danskir miðlar hava fylgt gongdini, er danski tónleikarin Leo Nielsen frá Sussi & Leo nú loksins farin foldum frá.

 

Danskir miðlar hava alla vikuna fylgt við, nú tað farnu vikuna var greitt, at Leo, eftir at hava verið heldur veikur í longri tíð, loksins lá til at doyggja, eftir at ymisk gøgn ikki vildu meira. Og kona hansara, Sussi, hevur geitt frá, hvussu støðan hevur verið hesa vikuna.

 

Og í nátt andaðist Leo, upplýsir Sussi fyri donsku miðlum.

 

Sussi & Leo var tónleikabólkur, og eisini vóru tey par privat síðani tey møttust sum 15 ara gomul. Á danska tónleikapallinum vóru tey sera kend. Í 23 ár spældu tey fast á Skansen í Skagen, og annars feraðust tey nógv við sínum tónleiki og síni ofta llívligu pallframførslu.

 

Leo gjørdist 67 ára gamal.