Lensar kjølvatnið – men ikki pengapungin

LENSING ”Kann mann ikki gera lensingina umborð bæði bíligari og snildari – uttan at tað gongur út yvir góðskuna?”. Henda spurningin var tikin fram millum nakar menn í Kollafirði ein dagin fyri nøkrum árum síðani. Har varð tosað og har varð handlað. Og úrslitið gjørdist ein forvitnislig uppfinning, sum síðani er bæði roynd umborð á skipi og víst fram fyri almenninginum. - Teir sum hava roynt tað, lata sera væl at okkara uppfinning, sigur ein av monnunum aftanfyri Green IQ í Kollafirði, Jóhann Fagraklett.

Tað finnast longu fleiri ymiskar skipanir umborð á skipum til lensing. Í hesum førinum er heldur talan um eina uppfinning, ið er eitt ískoyti til aðrar.
Hóast fyritøkan ynskir bæði at vera grøn og intelligent, so er henda uppfinningin ikki á tremur við alskyns sløgum av elektronikki.
- Tað er kanska júst hetta, sum ger at úrslitini hava verið so mikið góð, at vit nú fara at halda fram at menna hesa skipanina, sigur Johann Fagraklett.
Green IQ var við á North Atlantic Fisk Fair í farnu viku. Endamál teirra var í størri mun at vísa skipanina fram og vita um áhugi er fyri henni, heldur enn at selja hana.
Teir fingu millum annað vitjan av løgmanni, Kaj Leo Johannesen og her fekk hann at vita, at henda skipanin longu er roynd umborð á tveimum føroyskum skipum – Arctic Viking og Saksaberg.
Lítil ivi er um, at nýggja fyritøkan í Kollafirði hevur rakt ein tørv hjá nógvum skipum. Spennandi verður, hvussu tað fer at gangast fyritøkuni í framtíðini.

Einki viðlíkahald
Green IQ var ein av teimum sløkum 100 fyritøkunum á Fish Fair í Klaksvík í farnu viku.
Jóhann Fagraklett og hinir í felagnum eru fult greiðir um tørvin á einum einføldum og vælvirkandi lensara umborð – og sum ikki minst virkar, tá hon skal.
Nógv skip spyrja eftir eini loysn við lensingini, sum í fyrsta umfari er viðlíkahaldsfrí. Og í øðrum lagi ynskja teir eisini at sleppa undan at gjalda fyri filtur og líknandi lutir.
- Og so minkar loysnin eisini um brunavandan umborð, vísir Johann Fagraklett á.

Hækkar trygdina
Menninir handan Green IQ er vitandi um, at aðrir lensarir av olju hava ein ávísan trupulleika: Teir fáa ikki fáa fatur á teirri oljuni, sum flýtur omaná kjølvatninum.
Hetta ger so aftur sítt til øktan vanda fyri eldsbruna ella havdálking, tá kjølvatn verður lensað.
Ein annar veruleiki er, at í nógvum førum verður sápa brúkt fyri at fáa oljuna at blanda seg upp í kjølvatnið undir lensing. Úrslitið av hesum er, at oljuútskiljingin ikki virkar til fulnar.
- Vit hugsaðu leingi um, hvussu vit kundu koma hesum trupulleikanum til lívs. Og so komu vit so við og við framá henda lensarin, sum eftir okkara meting er bæði ómakaleys og ikki minst ein bílig loysn fyri tann føroyska flotan og tann sum siglir á heimshøvunum, sigur Johann Fagraklett.
Ein onnur positiv fylgja av hesum er, at ein samstundis hækkar trygdina umborð á skipunum og at ein ikki allatíðina skal hugsa um viðlíkahaldið.
- Vit síggja í øllum førum ljós uppá framtíðina, sigur Johann Fagraklett.



Tað er grønt
Green IQ hevur longu við heiti sínum boðað frá, hvat endamál teirra er: Alt virksemið snýr seg um loysnir sum skulu gera sítt til at verja umhvørvið og náttúruna.
Eitt av teirra hugskotum er lensarin, ið verður umrøddur aðrastaðni á síðuni. Men teir hava eisini gjørt sínar royndir við einum brintbussi og víðkaðum tróðurhita, bara fyri at nevna nakað.
Felagið hevur heimstað í Kollafirði. Meiri kann lesast um Green IQ á heimasíðu teirra: www.greeniq.fo