Lenin í Antarktis

Eitt bretskt-kanadiskt ferðalið kom um vikuskiftið fram á eina standmynd av Lenin langt inni á ísinum í Antarktis. Standmyndin stóð á einum 3.725 metrar høgum fjalli, sum er 879 kilometrar frá sjálvum Suðurpólinum. Tað vísti seg, at eitt russiskt rannsóknarlið hevði verið har í 1958, og at russararnir høvdu havt eina standmynd av Lenin við sær og sett hana upp á fjallinum. Har hevur hon staðið síðani, og har stendur hon enn, skrivar BBC.