Lene Rauff Nielsen 50

Í dag, leygardagin 27. september, fyllir Lene Rauff Nielsen í Hoyvík 50
ár.

Lene er fødd í Brande í Jútlandi, dóttir Rigmor og Hans Rauff Nielsen.
Eftir at havið tikið HF-prógv lærdi hon til sosialráðgeva í Odense og var
liðug í 1976, tá hon kom til Føroya og arbeiddi á kriminalforsorgini í
1976-77.
Eftir tað fór Lene aftur til Danmarkar, har hon arbeiddi sum sosialráðgevi
í Odense til 1985, tá hon flutti til Føroyar at búgva og fekk arbeiði á
Almannastovuni, har hon starvast enn í dag. Í nøkur ár var hon eisini
nevndarlimur í Sosialráðgevarafelag Føroya.
Lene er gift við Jógvan Dahl, studentaskúlalærara. Tey búgva í Hoyvík og
eiga tvey børn, Hannu, sum er 22 ár, og Martin, sum er 19 ár.
Lene verður ynskt hjartaliga tillukku við 50 ára føðingardegnum.

-starvsfelagarnir