Lene misnýtti ecstasy

Líka so lítið, sum læknarnir vita um evnið ecstasy otg tað, sum verður latið í tað lika so lítiið vita teir, hvørjar skaðar, tað elvir til í heilanum og restina av kroppinum, sigur Lene Risberg, fyrrverandi ecstasy-misnýtari

 Summarið 2000 varð eg spurd, um eg vildi halda fyrilestrar um ecstasy og onnur líka skaðaelvandi evni við støði í mínum egnu royndum, og tað játtaði eg, sigur Lene Risbjerg, fyrrverandi evnismisnýtari.
Fimm ár eru nú liðin, og áhoyrararnir hava nú verið meir enn 150.000 ung fólk, foreldur, og ikki minst folk, sum dagliga arbeiða millum ung.
 Eg fortelji um mínar upplivingar í og aftan á ecstasymisnýtluna, mínar fyrstu upplivingar við evnunum, og teir næstu 12 mánaðirnar, meðan eg so við og við gjørdist verri og verri fyri, uttan at eg visti hví, til eg brádliga ein dagin stóð á 16. hædd og ætlaði at gera enda á mær...
Og so alla søguna um, hvussu misnýtslan ógvusliga broytti tey næstu 10 árini av lívi mínum - og framhaldandi fer at merkja restina av lívinum. Tí líka so lítið læknarnir vita um evnið ecstasy og tað, sum verður latið í tað, líka so lítið vita teir, hvørjar skaðar, tað elvir til í heilanum og restini av kroppinum, sigur Lene Risberg. Meira fæst at vita um hana og misnýtsluna á www.risberg.dk