Í dag er Lene Espersen, danski uttanríkisráðharrin, á vitjan í Føroyum. Hon hevur fund við Jørgen Niclasen í dag, og í morgin hittir hon uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum.
Í Klaksvík vitjar Lene Espersen eitt nú Christianskrkjuna í dag, og í kvøld er Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, vertur fyri døgurða á Føroya Bjór.
Í morgin klokkan 11 verður tíðindafundur við Lenu Espersen í Tinganesi.