Lene Espersen kemur á stutta føroyavitjan í næstu viku at hitta starvsbróðir sín, Jørgen Niclasen og uttanríkisnevnd løgtingsins. Tá ið Lene Espersen kemur til landið, gongur leiðin til Klaksvíkar. Hon vitjar millum annað Christianskirkjuna, har ið Alex Sólstein fer at greiða frá. Gunnvá við Keldu borgarstjóri er boðin við til døgurðan um kvøldið, sum verður hildin í hølunum hjá Føroya Bjór.
Uttanríkisráðharrarnir báðir hittast vanliga einaferð um árið í Føroyum, har ið teir umrøða mál av felags áhuga. Á fundinum hesaferð fara ráðharrarnir at skifta orð um hesi mál:
? Ætlanirnar hjá landsstýrinum at víðka samstarvið við EFTA og ES
? Handilspolitisku viðurskifti Føroya við aðrar tjóðir
? Marknamál og aðrar altjóða rættarligar spurningar
? Mál um havsins tilfeingi millumtjóða høpi
Talan er um eina arbeiðsvitjan, sum protokollin hjá landsstýrinum samskipar. Lene Espersen fer avstað aftur mikudagin.
Skrivað hevur: Dávur Winther