Lene Espersen: Tað var ikki eg

Lene Espersen vil ikki hava sitandi á sær, at ein flogferð hjá henni kostaði skattaborgarunum 180.000 krónur Danski búskapar- og vinnumálaráðharrin, Lene Espersen, vil ikki hava sitandi á sær, at tað var hennara skyld, at tað kostaði donsku skattgjaldarunum 180.000 krónur at senda eitt privatflogfar til Portugal eftir henn, tí hon skuldi vátta, at hon tók undir við, at Lars Løkke Rasmussen kundi taka við eftir Anders Fogh Rasmussen.

Lene Espersen sigur við Ekstrablaðið, at hon spurdi forsætismálaráðið, um hon kundi fara til Portugal at halda frí, at svarið var játtandi.

-Tá eg so fekk boð um at koma til Danmarkar, spurdi eg, um eg ikki kundi bíða eftir einum rutuflogfari, men forsætismálaráðið svaraði, tað stundir vóru ikki til at bíða eftir tí, sigur Lene Espersen.

Tí heldur hon at forsætismálaráðið má átaka sær ábyrgdina av teirri dýru ferðini.