Tað hevur vakt stóran ans, at Lene Espersen, uttanríkisráðharri, hevur valt at fara suður í heitari lond at halda frí heldur enn at taka lut á týðandi fundi um viðurskiftini í tí arktiska økinum.
Á fundinum, sum er í Kanada, eru USA, Russland, Noreg og vertslandið umboðað av sínum uttanríkisráðharrum. Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, hevði eisini fingið innbjóðing til fundin, men hon gav avboð, tí hon vildi heldur sleppa suður í heitari lond at halda frí saman við familjuni. Tí fór Lars Barfoed, løgmálaráðharri, til Kanada.
Avgerðin hjá Lene Espersen hevur vakt ans.
-Eg skilji als ikki raðfestingina hjá ráðharranum. Hatta er ein týðandi fundur, og harafturat eigur hon at vera við, tá hini londini senda so týðandio umboð, sigur Søren Espersen, framsøgumaður í uttanríkismálum fyri Danska Fólkaflokkin, við TV2.
Fyrrverandi uttanríkisráðharrin Uffe Ellemann-Jensen er óvanliga bersøgin.
-Eg gangi út frá, at hon er illa sjúk, sigur hann við TV2. Ein annar fyrrverandi uttanríkisráðharri, Niels Helveg Petersen, hevur eisini funnist at avgerðini hjá Lene Espersen.